Visjón

Okkara visjón er í stuttum, at tey ungu skulu møta Gudi, gerast lærusveinar og senda út til missión. Vit vilja síggja unga ættarliðið umskapað av kærleika Kristusar og síggja síðani liva í sínum fullu møguleikum.

Vit vilja síggja eitt ættarlið, sum elskar Gud og vil bera tjóðirnar gleðiboðskapin um Jesus. Vit trúgva, at Gud er á ferð, og vit vilja fara har, sum hann sendir okkum, og at liva eitt lív, sum er yvirgivið honum.

Hvat vit gera

Vit halda til í Skansahúsinum og deila skrivstovu við 10 aðrar missiónsfelagsskapir.

Vit eru leiðslutoymið og eitt toymi av sjálvbodnum, sum hjálpa okkum til tey ymisku tiltøkini og verkætlanina. Vit reka ikki DTS í løtuni, men fáa eice DTS outreach toymi í nakrar vikur á hvørjum ári at gera missiónir í Føroyum, har vit hava samband við kirkjur og lokalar minitry ́s at tæna.

Vit knýta eisini nigth saman har vit vilja savnast og byggja eitt YWAM felagsskap í Føroyum. Og vit hava ymisk smærri og størri tiltøk á hvørjum ári og seinastu fýra árini hava vit verið vertir fyri ungdómsmissiónsráðstevnuni All the Way for Jesus.

Vit hava eitt stórt hjarta fyri missión og at fara út til tjóðirnar. Saman við YWAM Danmark byggja vit eitt trygt hús til kvinnu í Malawi.