- Hetta tiltak er liðugt.
Allan Vegin fyri Jesus 2026

Frá 1.-2. Mai skipar Ung í trúarverki / YWAM Føroyar fyri Allan Vegin fyri Jesus” í Lívdini.
Um Allan Vegin fyri Jesus
Allan vegin fyri Jesus er eitt ungdómstiltak sum leggur dent á missión. Vit ynskja at eggja ungum at liva eitt heilhjartað lív fyri Jesusi.
Tað verða tvey ungdómsmøtið, eitt fríggjadag og eitt leygardag kl 20, har vit hoyra vitnisburðar og fáa undirvísing um missión.
Gestatalarar hesaferð eru Richard og Malin Nordvoll.
Tey hava virka í YWAM í yvir 10 ár, og arbeiða til dagliga á YWAM Grimerud í Noregi við trening og mobilisering. Tey hava eitt hjarta fyri at senda ung út í missión, lærusveinaskapi og at útrusta ungdómar til at liva í sínum kalli.
Djúpri við Jesusi
Í samband við tiltakið verður ein lærusveinadagur `Djúpri við Jesusi´ leygardagin 2. Mai, har Richard og Malin koma at undirvísa.
Dagurin verður skipaður við undirvísing, bøn, spurningum og bólkaløtum har lagt verður upp til at fara djúpri og at tosa um hvussu ein ítøkiliga kann praktisera tað sum verður lært undir undirvísingini.
Tað er bert á enskum, men til ber at fáa umseting um neyðugt.
Endmálið við hesum tiltakiðinum er at skapa eitt ‘lærusveina-umhvørvið’, at útrústa okkara ungu og byggja brýr millum samkomur.
Prísurin fyri Djúpri við Jesusi er 150,- per persón íroknað døgurða.
Skráin fyri ‘Djúpri við Jesusi’ er hendan:
- 10:00-12:00 Lovsangur og undirvísing frá Malin um At Hoyra Guðs Rødd
- 12:00 -13:00 Vit eta døgurða saman
- 13:00-15:00 Undirvísing frá Richard um Kall. Vit fara í bólkar og enda við bøn.
- Tilmeldingarfreistin til Djúpri fyri Jesusi er fríggjadagin 24. apríl og fer fram á hesari leinkjuni:

