Hvat er
DTS?
DTS ella lærusveinaskúli er ein 5-6 mánaða skúli, har tú fult og heilt fokuserar á Gud. At læra Hann at kenna og gera Hann kendan fyri. Hesir 5-6 mánaðirnir eru býttir í tveir partar. Fyrilestrarfasa og útbreiðslufasa.
Hvat er
fyrilestrarskeiðið?
Fyrilestrarfasa er ein tíð, har tú brúkar 3 mánaðir uppá at læra Gud at kenna, at læra at kenna, hvør Hann skapti teg til at vera. Tú fert at søkja um umskapan, endurnýggjað sinn og persónligan vøkstur. Hvørja viku fært tú fyrilestrar um ymisk evni, so sum Heilaga Andan, At hoyra Guds rødd, Samleiki, Andaligt stríð, bíbilska heimsmynd osfr.. Gjøgnum allar hesar vikurnar lærir tú sanniliga Gud at kenna í nógvum ymiskum viðurskiftum. Tú lærir ikki bara av lærarum, men eisini av samfelagslívi og praktiskari venjing.
Hvat er
útbreiðsla fasa?
Outreach fasa er ein tíð, har tú tekur alt, sum tú hevur lært í fyrilestrarfasuni og fært tað inn í heimin. Tú at fara til eina aðra tjóð ella fleiri tjóðir í 2 ella 3 mánaðir at breiða evangeliið út á ymiskar mátar. Miskunn tænasta, evangelisering, venjing, spæl við børn, prædika og aðrir mátar at breiða út kærleika Kristusar. Tað er ein tíð, har tú verður avbjóðaður og strektur út á nógvar ymiskar mátar.
Fá meira at vita!
Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg, og tú vilt vita meira, so set teg gjarna í samband við okkum, og vit og vegleiða og hjálpa tær.
Deil síðu

