YWAM Ung í Trúarverki

Okkara søga

Søgan um YWAM Ung í Trúarverki er ein søga um eitt ótrúligt missiónspionerarbeiði. Tað byrjaði við einum persóni, Sannu Smidt Hammer og hon helt fram at standa á odda fyri tí í 21 ár. Sum partur av altjóða felagnum Youth With A Mission, og sum ein beinleiðis partur av Ywam Norðurevropeiska Ráðnum, byrjaðu vit fyrireikingararbeiðið í januar 2000.

“Í juli 2001 høvdu vit okkara fyrstu ungdómslegu, við 78 ungum úr 11 ymiskum tjóðum.Vit tjaldaðu úti á einum skúla tætt við miðbýin í okkara høvuðsstaði, Tórshavn.Í 10 dagar fyrireikaðu vit okkum til at fara út á gøturnar í Tórshavn at deila gleðiboðskapin um Jesus, og Gud sanniliga hevði verið Tórshavn vit manifesterað! hópin í 3 lið og sendi teir út til Eysturríki, Fraklands og Serbia.

Okkara fyrsta DTS var í 2002, og tá førdi øll tilgongdin av, hvussu Gud førdi okkum til húsini, sum vit keyptu til støð. Hvussu Gud gav okkum ta føroysku týðingina av Ung Við Missión var eitt undur og ein heiður fyri føroyska málið. “Ung í Trúarverkinum”. Staðfest av málprofessaranum høvdu vit lagt eitt nýtt orð afturat okkara máli! “Trúarveki”

Guds hjarta og missión er staðfest í Føroyum at halda fram!”
– Sanna Smitt Hamar

Í januar 2021 handaði Sanna kyndil sín víðari til Mariu og Abraham Dalslíð sum eru leiðarar í YWAM Føroyum nú.

Skansahúsið